Vildi ynskt at Sambandsflokkurin átti størri part av framgongdini

Vildi ynskt at Sambandsflokkurin átti størri part av framgongdini
Meðan Fólkaflokkurin í nýggjastu veljarakanningin tvífaldar sítt tingmannatal, varðveitir Sambandsflokkurin sínar sjey tingsessir
Bárður á Steig Nielsen er formaður í Sambandsflokkinum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
23.12.2025 - 08:42

- Eg vildi ynskt, at vit áttu nógv størri part av framgongdini hjá andstøðuni.

Tað sigur Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum.

Nýggjasta veljarakanningin vísir, at Sambandsflokkurin hevð fingið 20,9 prosent av atkvøðunum, um løgtingsval var nú. Tað er eitt lítið prosentstig meira enn á valinum í 2022.

Sambandsflokkurin hevði sambært kanningini varðveitt sínar sjey tingsessir, meðan Fólkaflokkurin hevði tvífaldað sítt tingmannatal, úr seks upp í 12. 

Kanningin vísir, at andstøðuflokkarnir høvdu fingið meira enn 62 prosent av atkvøðunum, um val var nú, ella tilsamans 21 tingsessir. 

Veljarakanningin var gjørd 19. desember. 499 fólk hava svarað, og óvissan í kanningini er 3,5 prosent. 

Hoyr samrøðu við Bárð á Steig Nielsen:

 

23122025_Bardur

 

 

 

 

 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 13. september
Guðstænasta í Dals kirkju
213163
Sunnudag 13. september
Bolero
213160
Sunnudag 13. september
Credo: Filosofiskur (1)
213158
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 13. september
Guðstænasta úr Dals kirkju
213161
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136
Hósdag 10. september
Veðrið
213065