"Maria" uppstigað til stig fimm, sum er tað hægsta

"Maria" uppstigað til stig fimm, sum er tað hægsta
Ódnin Maria er í morgun komin inn yvir karibisku oynna, Dominica
 
19.09.2017 - 06:40

Forsætisráðharrin í Dominica, Roosevelt Skerrit, kunnar heimssamfelagið á Facebook, og har skrivaði hann tíðliga í morgun, at tekjur á húsum eru farnar á flog, og at hús standa undir í vatni. 

- Eg eri bangin, skrivaði stutt eftir.

Uttanríkiráðharrin í oyggjastatinum, St. Kitt and  Nevis, Mark Brantley, skrivar á Twitter, at stórir skaðar eru í Dominica, har 72-túsund fólk búgva.

Puerto Rice fyrireikar seg

Ódnin Maria fer væntandi í útnyrðing og fer tá at raka oyggjabólkin, Puerto Rico, sum er amerikanskt øki.

Frakland hevur givið boð um at flyta fólk burtur úr økjum, sum verða ringast rakt av ódnini, í oyggjabólkinum, Guadeloupe, sum er beint norðanfyri Dominica.

Eftir bert fáum tímum hevur NHC uppstigað ódnina úr øðrum upp í fimta stig. Í løtuni er vindferðin hjá Mariu omanfyri 70 m/s.

Ávara eisini um vatnflóð og skriðulop

Ávaring um ódn er send út í Guadeloupe, Dominica, St.Kitts and Nevis, Montserrat, Martinique, Amerikonsku Jomfrúoyggjarnar, Bretsku Jomfrúoyggjarnar og oyggjarnar Vieques og Culebra uttanfyri Puerto Rico.

Ódnin nærkast vætandi Puerto Rico og Jomfrúoyggjunum í kvøld og í morgin, og verður mett at vera sera vandamikil.

Umframt lívshættisligar hvirlur, kann stormurin eisini elva til vandamiklar aldur, vatnflóð og skriðulop.

Hjálp frá hermonnum

Funnist varð at Bretlandi, Fraklandi og Niðurlondum, tí tey ikki nóg skjótt hjálptu karibisku oyggjunum, tá ódnin Irma gjørdi um seg í farnu viku. 

Hesi trý londini hava nú sett trygdartiltøk í verk, áðrenn Maria kemur inn yvir oyggjarnar.

- Sambært franska innanríkisráðhrarranum, Gerard Cooolombe, verða 110 hermenn sendir til økið at hjálpa teimum 3.000, sum longu arbeiða í økinum.

Ein av oyggjunum er St.Martin, sum er deilt øki millum Niðurlond og Frakland. Tá Irma rakti oynna fyrr í hesum mánaðinum, lótu 15 fólk lív.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 18. mars
Vágskálin
205823
Mikudag 18. mars
Fyrsta val 18. mars 2026
205820
Mikudag 18. mars
Fyrireiking er lykilin
205812
Mikudag 18. mars
Andgletturin
205811
Mikudag 18. mars
Góðan morgun Føroyar
205809
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 18. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205826
Mikudag 18. mars
Andgletturin - Miðflokkurin
205810
Mikudag 18. mars
Sjálvstýri í heita stólinum (4:7)
205808
Týsdag 17. mars
Tinggáttin
205791