Viðgera kæruna um Dennis Holm hósdagin

Viðgera kæruna um Dennis Holm hósdagin
Kristina Samuelsen, advokatur, hevur givið landsstýrismálanevndini ráð í málinum
 
14.01.2025 - 16:15

Hósdagin fer landsstýrismálanevndin at viðgera kæruna um Dennis Holm, landsstýrismann.

Fyrst í mai í fjør kærdi Árni Skaale, tingmaður, Dennis Holm til landsstýrismálanevndina, tí hann læt 35.000 tons av svartkjafti sum felagskvotu við hámarki.

Tað hevur landsstýrismaðurin ikki heimild til, stendur í kæruni. 

Í farnu viku hitti nevndin Kristinu Samuelsen, advokat, sum hevur ráðgivið nevndina um málið. 

Síðan fór nevndin hvør til sítt, áðrenn hon skuldi hittast aftur til at taka avgerð um hvat skal henda víðari.

Nú er avtalað at hava fund hósdagin.
 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723