Tríggjar atkvøður í Oyndarfirði verða kannaðar í Danmark

Tríggjar atkvøður í Oyndarfirði verða kannaðar í Danmark
Ein deild hjá Ríkispolitinum kannar atkvøðurnar, og politiið í Føroyum væntar at fáa svar í hesum mánaðinum
Ein atkvøða hjá Jonhardi Danielsen í Oyndarfirði var gjørd ógildug í fínteljingini eftir valið. (Savnsmynd)
 
14.01.2025 - 08:53

Tríggjar atkvøður frá kommunuvalinum í Oyndarfirði 12. november í fjør verða nú kannaðar í Danmark.

Politiið í Norðurøkinum sendi tær niður fyri jól og fekk váttan um móttøku 3. januar.

Poliitið í Føroyum hevur ikki tann førleika, sum skal til fyri at staðfesta, um ein atkvøða er broytt.

Men tað hevur ein deild hjá Ríkispolitinum. 

 

Fáa svar í hesum mánaðinum

Jan Poulsen, økisleiðari í Norðurøkinum, væntar at fáa svar úr Danmark nú í januar.  

Ein atkvøða hjá Jonhardi Danielsen í Oyndarfirði var gjørd ógildug í fínteljingini eftir valið.

Tá atkvøðurnar í Oyndarfirði vóru taldar valkvøldið, hevði Jonhard Danielsen 102 atkvøður, millum annað tríggjar úr Oyndarfirði.

Jóhan Vest hevði 101 atkvøðu.

 

Misti í fínteljingini

Men í fínteljingini misti Jonhard Danielsen eina atkvøðu, hann fekk í Oyndarfirði.

Nú stóð á jøvnum millum hann og Jóhan Vest.

Lutakast var, og tað lutakastið vann Jóhan Vest.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672