Bátabrúgvarnar í Klaksvík eru skjótt klárar

Bátabrúgvarnar í Klaksvík eru skjótt klárar
Nýggju bátabrúgvarnar í Klaksvík verða ætlandi klárar at taka í nýtslu innan heilt fáar vikur.
 
23.09.2017 - 09:55

Bátar eru nú komnir at liggja fyribils við nýggju brúgvarnar fyri at fáa alt at ganga upp. Tað sæst á heimasíðuni hjá Klaksvíkar Kommunu.

Norðasta brúgvin og ein av sunnaru brúgvunum eru so gott sum klárar, og longu nú liggja nógvir bátar við nýggj pláss. Hetta er tó ein fyribilsloysn, tí bátarnir mugu flytast frá gomlu plássunum, so hvørt, sum gomlu brúgvarnar verða skiftar út við nýggjar. 

Tað verður eisini pláss fyri fleiri bátum, tá nýggju brúgvarnar eru lagdar út. Hesi verða útlutaði av nýggjum, áðrenn brúgvarnar verða handaðar kommununi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 11. oktober
Andaktin
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507