Ben Arabo verður stjóri í Betri

Ben Arabo verður stjóri í Betri
Betri P/F hevur í dag sett Ben Arabo í starv sum samtaksstjóra.
 
29.09.2017 - 13:54

PF Betri hevur fingið nýggjan stjóra. Ben Arabo, sum hevur verið í stjóri í Atlantic Petroleum í 7  ár hevur sagt seg úr starvi og tekur við starvinum sum stjóri í Betri Samtakinum tann 1. desember.

Mortan Poulsen, umsitingarstjóri í Betri P/F, virkar framhaldandi sum fyribilsstjóri inntil Ben Arabo tekur við starvinum. Ben Arabo verður samstundis vanligur nevndarlimur í nevndunum fyri Betri Banka, Betri Trygging og Betri Pensjón.

Betri Banki hevur eisini fingið nýggjar stjórar. Jean Djurhuus, stjóri í Betri Trygging, er settur í starv sum bankastjóri og Olav Guttesen, vinnukundastjóri í Betri Banka, er settur sum varastjóri í bankanum.

Olav Guttesen tekur við starvinum beinanvegin og avloysir sostatt Bjørn Mortensen, sum hevur verið fyribilsstjóri í bankanum.

Jean Djurhuus tekur við starvinum 1. desember 2017.

Betri Trygging hevur sett Ingunn Eiriksdóttir í starv sum stjóra á Betri Trygging. Ingunn Eiriksdóttir hevur starvast sum fyrisitingarstjóri hjá Tórshavnar Kommunu síðan 2013. Hon tekur við starvinum 1. desember 2017, tá hon eisini fer úr nevndini hjá Betri Trygging.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820