- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fiskaaling fær ikki nýggjan partapening men lán
P/f Fiskaaling fær ikki nýggjan partapening, men lán úr landskassanum til at koma fyri seg.
Vinnunevndin skjýtur upp at broyta lógina hjá Poul Michelsen, landsstýrismanni, um 9,5 milliónir í partapeningi til lóg um lán.
Ábyrgdarlánið, sum er 9,5 mió. kr., skal vera rentufrítt.
Tað skal krevjast aftur í einum, ella í avdráttum, tá eginpeningur felagsins er í minsta lagi 500.000 kr.
Fíggjarnevndin samd
Fíggjarnevndin tekur undir við uppskotinum hjá Vinnunevndini.
Eitt ábyrgdarlán er fremmandafígging og fer ikki inn í eginpeningin hjá felagnum.
Lánið stendur í veðrætti aftan fyri øll onnur lán hjá Fiskaaling.
Lánið styrkir kredittvirði felagsins og kann loysa aktuellu fíggjarligu avbjóðingarnar hjá felagnum, sigur Vinnunevndin.
Andstøðan átalar
Hevði landsstýrið ikki lagt seg út í ætlanina hjá Fiskaaling at selja lívfiskastøðina í Skopun, hevði almenna partafelagið ikki havt brúk fyri pengum úr landskassanum nú.
Tað sigur meirilutin í Vinnunevndini, sum er andstøðan, um uppskotið hjá Poul Michelsen um at seta nýggjan partapening, 9,5 mió. kr., í Fiskaaling.
Fiskaaling slapp ikki at selja lívfiskastøðina, hóast keyparar vóru.
Slapp felagið at selja, var tað solvent nú, siga andstøðumenninir í Vinnunevndini.
Drál
Teir siga, at landsstýrismaðurin í vinnumálum hevur drálað og toygt spurningin um lívfisk í Føroyum.
Privatur hevur boðið sær til at taka á seg hesa uppgávuna, men landsstýrið hevur ikki viljað samráðst um tað.
Landsstýrið hevur tí skapt trupulleikan, vit hava í dag, og tað átalar andstøðan harðliga.
Landsstýrið ætlar tó at selja lívfiskastøðina í Skopun, tá nýggj er bygd.
Tá fær Fiskaaling pengar. Fiskaaling hevur tí ikki brúk fyri størri partapeningi til yvirkurs nú, men einum láni, sigur andstøðan.