Gjalda fyri pláss á bíðilista til grundstykki

Gjalda fyri pláss á bíðilista til grundstykki
Á býráðsfundi í gjár var samtykt, at fólka skulu í framtíðini rinda fyri at standa á bíðilista til grundstykki í Eysturkommunu
 
01.11.2017 - 09:00

Kommunan vil bøta um avgreiðslutíðina - serliga hjá teimum, sum vilja byggja beinanvegin, men sum verða forðað, tí bíðilistin er langur, og tí at mannagongdir at viðgerða, senda út, fáa svar og tíðarfreistir eru forðing fyri skjótari avgreiðslu, stendur í gerðarbókini fyri býráðsfundin í gjárkvøldið.

Ein loysn kann verða at áseta depositum til bíðilistan til grundstykki, heldur býráðið.

20.000 krónur fyri pláss á bíðilista

Tær stóru kommunurnar taka depositum úr 5.000,00 kr. - 25.000,00 kr. Tekniska nevndin og fíggjarnevndin í býráðnum mæla til at kommunan fer at krevja 20.000 krónur frá teimum, sum eru á bíðilista og sum frameftir koma á biðilista.

Býráðið samtykti einmælt at taka undir við tilmælinum hjá byggi- og býarskipanarnevndini og fíggjarnevndini

Áhugin at byggja í Leirvík er stórur. 53 fólk standa á bíðilista eftir at fáa grundstykki í Leirvík.

Arbeiðið at stykkja út 18 nýggj grundstykkir á Fløtugerði í Leirvík er nú boðið út. Tilboð skulu verða innkomin í seinasta lagi 16. november, sæst á heimasíðuni hjá Eysturkommunu.

Tá tilboðini eru innkomin verður veitari valdur, og eftir ætlan verður spakin settur í áðrenn árslok.

Komandi ár verður farið undir at stykkja út í Norðragøtu. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040