Tvær føroyskar bøkur og ein bólkur við í kapping

Tvær føroyskar bøkur og ein bólkur við í kapping
Norðurlendsku heiðurslønirnar verða handaðar í Helsinki í dag
Yrkingasavnið Sunnudagsland eftir Sissal Kampmann er innstillað til bókmentaheiðursløn Norðurlandaráðsins.
 
01.11.2017 - 07:33

Føroyingar eru við í kappingini um tríggjar heiðurslønir, tá Norðurlandaráðið í dag fer at lata sínar fimm heiðurslønir.

Yrkingasavnið Sunnudagsland, sum Sissal Kampmann skrivaði, er innstillað til bókmentaheiðurslønina.

Bólkurin Yggdrasil er innstillaður til tónlistarheiðurslønina, og bókin Hon, sum róði eftir ælaboganum eftir Rakel Helmsdal er innstillað til barna- og ungdómsbókmentaheiðurslønina.

Eingin úr Føroyum er við í kappingini um heiðursløninirnar fyri film og umhvørvi.

Heiðurslønirnar verða handaðar í Finlandiahøllini í Helsinki.

Heiðurslønirnar eru 350.000 kr.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086