Miðflokkurin vil hava stórar broytingar

bannari
Miðflokkurin vil hava stórar broytingar
Kringvarpið hevur fingið fatur í samráðingarupplegginum, sum Miðflokkurin hevur sent samgonguni.
 
12.11.2017 - 13:38

Uppboðssøluparturin skal minka munandi, tí bara nýtt tilfeingi skal seljast á uppboðssølu. 

Reglurnar fyri antitrust skulu vera munandi linari, enn samgongan vil.

Skattafría grundarupphæddin skal fáa frið, og hon skal hækkast til tað støðið, hon var á, áðrenn samgongan lækkaði hana.

Og fólkaatkvøða skal verða um hjúnarbandslógina áðrenn 1. juli næsta ár.

Tað eru nøkur av punktunum í samráðingarupplegginum, sum Miðflokkurin hevur latið løgmanni, og sum Kringvarpið hevur fingið fatur á.

Politiska kósin skal broytast munandi, um Miðflokkurin skal gera samgongu við Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn.

Vil gera nýggja samgongu

Aksel V. Johannesen, løgmaður, hevur vent sær til Miðflokkin fyri at kanna, hvat skal til fyri, at Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi, Framsókn og Miðflokkurin kunnu skipa samgongu.

Tað hevur løgmaður gjørt, tí hann hevur eftir øllum at døma ikki undirtøku í samgonguni fyri uppskotinum um sjófeingi, sum skjótt hevur verið til viðgerðar í vinnunevndini í tveir mánaðir.

Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum, hevur sent løgmanni skriv við 18 punktum, sum Bill Justinussen og hann vilja hava við í eitt samgonguskjal.

Og teir vilja, at uppboðssøluparturin skal minka munandi, um Miðflokkurin skal vera við til at gera fiskivinnunýskipanina, umframt at reglurnar um antitrust skulu vera munandi linari.

Í sjálvum samráðingarupplegginum, sum Miðflokkurin hevur sent løgmanni, stendur annars, at uppskotið um sjófeingi skal takast aftur, og at verandi skipan skal halda fram í eitt ella tvey ár, meðan roynt verður at finna semju um uppskotið.

Men Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn taka ikki undir við tí.

Tí fer Miðflokkurin ístaðin millum annað at krevja, at uppboðssøluparturin skal minka munandi, og reglurnar um antitrust skulu verða linari.

Og Miðflokkurin vil eisini hava eina fólkaatkvøðu næsta ár um broytingarnar, sum eru framdar í hjúnarbandslógini.

Miðflokkurin skal í landsstýrið

Í samráðingarupplegginum ger Miðflokkurin eisini vart við, at flokkurin skal hava eitt umboð í landsstýrinum, og Miðflokkurin vil eisini hava formannin í fíggjarnevndini í løgtinginum. Tað vil siga, at nýval skal vera av øllum nevndunum í løgtinginum.

Í stjórnarskipanini skal eisini nágreinast, at Føroyar byggja á kristnan grundvøll, og at øll hava rætt til lív frá gitnað til nátúrligt andlát, heldur Miðflokkurin.

Munandi átøk skulu eisini gerast í fosturtøkulógini, og familjur, sum umhugsa fosturtøku, skulu hava munandi betri hjálp, enn tær fáa nú.

Miðflokkurin vil eisini, at Føroyar verða partur av royndarverkætlanini við medisinskum kannabis, sum danska fólkatingið ætlar at samtykkja í hesum árinum.

KVF skal ikki broytast

Eitt punkt í samráðingarupplegginum er eisini, at kringvarpsgjaldið skal avtakast. Men Miðflokkurin hevur fingið at vita frá samgonguflokkunum, at tað verður ikki partur av teimum komandi samráðingunum. Miðflokkurin hevur eisini slept tí kravinum.

Annað, sum Miðflokkurin vil hava við í eitt samgonguskjal er, at bústaðarpolitikkurin og Bústaðir skulu endurskoðast, so betri pláss verður fyri barnafamiljum og sperdum familjum annars á bústaðarmarknaðinum.

Eisini skal meginreglan vera, at færri pengar skulu eisini setast í Búskapargrunnin, um vælferðartænastur eru undir trýsti, pengar skulu setast av til tunnlarnar norður um fjall, og farleiðin út í Hest skal eisini loysast.

Fara nú at samráðast

Hetta er eitt samráðingarupplegg, sum Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn nú fara at taka støðu til.

Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum, ger kortini greitt, at krøvini til fiskivinnunýskipanina, pensjónsnýskipanina og stjórnarskipanina eru at kalla ófrávíkilig krøv.

Annars hevur samband ikki verið millum samgonguna og Miðflokkin, síðan Jenis av Rana sendi samgonguni samráðingaruppleggið fríggjadagin.

Jenis av Rana verður burturstaddur hesa vikuna, og hann roknar ikki við, at endalig støða verður tikin til eitt samgongusamstarv hesa vikuna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. mai
Jambalaja - 040524
174623
Leygardag 4. mai
Vikan 4.mai 2024
174614
Leygardag 4. mai
Morgunlestur leygardagur 4. mai 2024
174294
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444