Fimm gullheiðursmerkir i DM

Fimm gullheiðursmerkir i DM
Føroysku svimjararnir kláraðu seg væl í danmarkarmeistarakappingini
 
13.11.2017 - 11:39

DM á stuttgeil í svimjing er liðugt og tað bleiv til heili sjey heiðursmerkir til føroysku svimjararnar.

Óli Mortensen, sum setti nýtt met, tá hann vann 15 gullheiðursmerkir í føroyameistarakappingini, helt fram har hann slepti.

Hann vann gull í bæði 400 og 800 metrar frí. í 800 frí setti hann nýtt persónligt met við tíðini 7.53.68

Magnus Jákupsson gjørdi eisin um seg á stuttu teinunum, har tað bleiv til gull í bæði 50 og 100 metrar rygg.

Frans Johannesen vann eisini gull, tá hann kom fyrstur á mál í 400 metrar blandað.

Óli Mortensen gull 800 m. frí
Óli Mortensen gull 400 m. frí
Magnus Jákupsson gull 100 m. frí
Magnus Jákupsson gull 50 m. frí
Frans Johannesen gull 400 m blandað
Magnus Jákupsson silvur 100 m. blandað
Óli Mortensen silvur 1.500 m. blandað

Magnus Jákupsson og Frans Johannesen kláraðu á hesi stevnuni donsku kravtíðirnar til EM á stuttgeil. Magnus Jákupsson í 100 m blandað og Frans Johannesen í 400 m. blandað, har teir umboða Danmark.

Óli Mortensen og Alvi Hjelm skulu umboða Føroyar.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659