Italska fótbóltslandsliðið hevur ongan venjara

Italska fótbóltslandsliðið hevur ongan venjara
Italski landsliðsvenjarin í fótbólti, Gian Piero Ventura, hevur fingið sekkin, eftir at Italia ikki megnaði at koma víðari til HM-endaspælið næsta á
 
16.11.2017 - 08:06

Tað upplýsir Italska fótbóltssambandið.

Italia, sum hevur vunnið HM fýra ferðir, tapti samlað 0-1 fyri Svøríki í avgerðandi dystunum um HM-plássið.

Avgerðin at koyra Gian Piero Ventura frá, varð tikin á kreppufundi í fótbóltssambandinum í Rom í gjár.

Vildi ikki fara

69 ára gamli Gian Piero Ventura vildi mánadagin ikki fara frá sum venjari, eftir at dysturin á heimavølli móti Svøríki endaði 0 - 0.

Hetta er fyrstu ferð í 60 ár, at Italia ikki er við í HM-endaspælinum, skrivar Ritzau.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. apríl
FM: Badminton, borðtennis og judo
206916
Fríggjadag 10. apríl
Veðrið
206891
Fríggjadag 10. apríl
KAKUMiKS 2 (4:7)
206865
Fríggjadag 10. apríl
Guðrið Hansdóttir í løtuni á Velbastað
206877
Fríggjadag 10. apríl
Tíðinafundur - teknmálstulkað
206873