Kunngerðin kom í juli, Váðaráðið ikki sett enn

Kunngerðin kom í juli, Váðaráðið ikki sett enn
Fimm fólk skulu í Váðaráðið, men tey eru ikki øll funnin enn
Bara ein limur er í Váðaráðnum, stjórin í Landsbankanum, Malan Johansen, sum sambært lógini er forkvinna í ráðnum.
 
17.11.2017 - 13:00

Hóast kunngerðin um Váðaráðið kom 1.juli, er ráðið ikki sett enn. 

Tey, sum skulu tilnevna fólk í ráðið, hava ikki funnið øll fólkini enn. 
Fíggjarmálaráðið boðaði í summar frá við kunngerð, at parturin í lógini um Landsbankan um føroyska váðaráðið, varð settur í gildi 1.juli sum ætlað.
Føroya váðaráð skal tryggja, at føroyskir myndugleikar í góðari tíð fáa ávaringar um fíggjarligar váðar í samfelagnum, og tilmæli um átøk, sum kunnu fyribyrgja, at fíggjarligir váðar gerast til framtíðar fíggjarkreppur.

Føroya váðaráð fer at lata Skráseting Føroya, Tryggingareftirlitinum ella landsstýrinum tilmæli og ávaringar.

Føroya váðaráð skal eisini geva peningastovnunum í Føroyum ávaringar og tilmæli, hóast bankar og sparikassar í Føroyum eru danskt málsøki og tí eru undir danska váðaráðnum, Det Systemiske Risikoråd.

Í Váðaráðnum vera fimm fólk og fimm varafólk.

Stjórin í Landsbankanum verður forkvinna í ráðnum.

Landsbankin tilnevnir tvey fólk í ráðið og landsstýriskvinnan tvey, Búskaparráðið tilnevnir eitt fólk í ráðið.

Løgmaður velur síðani Váðaráðið. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025