Bað Suðuroyar sparikassa ansa eftir váðanum

Bað Suðuroyar sparikassa ansa eftir váðanum
Fíggjareftirlitið kannaði sparikassan í summar. Sparikassin hevur gjørt eftir boðunum, hann fekk
Solvensurin, gjaldførið, hjá Suðuroyar sparikassa er í lagi, sigur Fíggjareftirlitið.
 
22.11.2017 - 11:52

Fíggjareftirlitið gav í summar Suðuroyar sparikassa boð um at styrkja kredittstýring sína við at skjalprógva betur fíggjarstøðuna hjá viðskiftafólkunum og gera ætlanir um, hvussu viðskiftafólk, sum eru illa fyri, skulu loftast.

Sparikassin fekk eisini boð um at betra fráboðanina til nevndina um lánveitingarnar.

Harafturat fekk sparikassin millum annað boð um at betra stýringina av váðanum, sum sparikassin tekur á seg, og nevndin varð biðin um at gera arbeiðið hjá sær betur. 

Fíggjareftirlitið var í Suðuroyar sparikassa í juni.

Sambært Fíggjareftirlitinum eru nógv tey flestu lánini hjá sparakassanum til vanlig fólk, 73 prosent. 

27 prosent av lánunum eru til vinnulívið, serliga til flutning, gistingarhús og matstovur. 

Kannaði lán

Fíggjareftirlitið kannaði 66 lán, 201 millión krónur, sum eru 35 prosent av útlánum sparikassans. 

Úrslitið varð, at sparikassin skal avskriva 687.000 kr. afturat, tí útlit eru ikki fyri, at teir pengarnir koma aftur.  

Fíggjareftirlitið var nøgt við solvens-prosentið hjá Suðuroyar sparikassa. Gjaldførið er í lagi og nóg gott til at lofta váðunum hjá sparikassanum.

Fyrr var Suðuroyar sparikassi størstur í Suðuroynni. Men seinastu árini hevur vøksturin verið í Havn og kommununum uttan um Havnina.    

Suðuroyar sparikassi sigur, at hann tekur boðini frá Fíggjareftirlitinum til eftirtektar og hevur longu avgreitt tey. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672