ES stevnir egnum limalondum

ES stevnir egnum limalondum
ES nevndin hevur nú stevnt trimum av sínum egnu limalondum fyri ES dómstólin, tí tey ikki vilja taka ímóti sínum parti av flóttafólkum
 
08.12.2017 - 11:24

Talan er um Poland, Kekkia og Ungarn.

Nú málið er lagt fyri dómstólin, byrjar enn eitt eljustríð ímillum limalondini um, hvør ræður og stjórnar ES.

Tað var í september í 2015, at ES samtykti at býta 120.000 flóttafólk ímillum limalondini, Tað hendi, eftir eitt sera hvast og hart orðaskifti í ES tinginum.

Grikkaland og Italia vóru um at verða runnin yvir enda av nógvu flóttafólkunum, sum tá komu, og tí máttu nógv flóttafólk sendast til onnur lond.

Fleiri ES lond í Eystureuropa vóru hart ímóti ætlanini, men tey taptu tá atkvøtt var, og tað hevur síðani havt við sær ógvusliga ósemju á fleiri økjum í ES.

Ungarn og Slovakia hava roynt at fáa samtyktina setta úr gildi, men ES dómstólurin gav teimum ikki viðhald í tí.

Hóast tað, so hava londini ikki latið markið upp fyri flóttafólkum, og tey hava heldur ikki givið nakrar ábendingar um, at tey fara at gera tað.

Tí hevur ES nevndin nú gjørt av at leggja málið fyri ES dómstólin til endaliga avgreiðslu.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Hósdag 13. august
RagnarRokk: Richie Faulkner um Evolution
209866
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659