Góðar 47 milliónir afturat í inntøku næsta ár

Góðar 47 milliónir afturat í inntøku næsta ár
Fíggjarmálaráðið hevur sent Fíggjarnevndini nýggj tøl fyri landskassan
Nýggja metingin fyri 2018 hjá Fíggjarmálaráðnum.
 
11.12.2017 - 09:10

Landskassin fer at hava 47,4 mió. kr. meira í nettoinntøkum næsta ár enn uppskotið um fíggjarlóg fyri 2018 sigur.

Tað fekk Fíggjarnevndin at vita fríggjadagin.

Millum annað verður landsskatturin 15 milliónir størri enn mett varð í summar.

Grundarlagið fyri hesari meting hjá Fíggjarmálaráðnum er gongdin nú í 2017 framskrivað góð trý prosent. 

Partafelagsskatturin verður tíggju milliónir størri og kapitalvinningsskatturin 20 milliónir størri, enn mett varð, tá uppskotið um fíggjarlóg varð gjørt. 
 
Gjøldini til Heilsutrygd verða tríggjar milliónir størri.

Skrásetingaravgjaldið fyri bilar verður sjey milliónir krónur størri næsta ár.

Minni rentur

Landsbankin sigur, at renturnar hjá landskassanum verða fimm milliónir krónur minni enn hildið fyrr í ár.

Og nettorentuinntøkurnar av innistandandi verða 2,6 mió. kr. lægri í 2018 enn mett í fíggjarlógaruppskotinum.  

Punktgjøldini, sum eru avgjøld á eitt nú tubakki, rúsdrekka og bensini, verða eisini minni enn mett. Talan er um tríggjar milliónir krónur.

Og Fíggjarmálaráðið væntar sjey milliónir minni í loyvisgjaldi frá alivinnuni.

Í øllum førum brúkar Fíggjarmálaráðið gongdina í ár til at endurskoða tølni í uppskotinum um fíggjarlóg fyri næsta ár.

Løgtingið hevur ikki enn avgreitt lógaruppskotini, sum avgera, hvussu nógv landskassin fær frá fiskivinnuni í 2018. So har ber ikki til enn at gera nýggja meting. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 16. august
Tónleikur í 13 øldir (7:10)
210351
Sunnudag 16. august
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
211874
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744