Netanyahu á vitjan í Brússel

Netanyahu á vitjan í Brússel
- Latið okkum geva friðinum ein møguleika, segði Netanyahu, tá hann sum fyrsti ísraelski forsætisráðharrin í 22 ár kom á vitjan á ES-høvuðsborgini
 
11.12.2017 - 11:23

Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, mælir nú til at geva friðartilgongdini í Miðeystri ein møguleika.

Netanyahu sigur, at USA hevur gjørt eitt uppskot at brúka í friðarsamráðingunum.

Hann sigur, at avgerðin hjá Donald Trump, forseta, um at viðurkenna Jerusalem sum høvuðsstað í Ísrael, byggir á veruleikan.

- Friður byggir á veruleikan. Friður byggir á at viðurkenna veruleikan, sigur Netanyahu.

Netanyahu heldur, at tíðin er komin, at palestinar viðurkenna jødiska statin, og at Jerusalem verður høvuðsstaður.

- Eg vænti, at øll ella tey flestu evropeisku londini fara at flyta sínar sendistovur til Jerusalem og viðurkenna Jerusalem sum høvuðsstað Ísraels, sigur Netanyahu.

Uttanríkisleiðarin í ES hevur sagt, at ES fer at halda fast við avgerðina hjá altjóða samfelagnum um, at Jerusalem verður býttur millum Ísrael og palestinska sjálvstýrið. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541