Stoltenberg heldur fram í NATO

Stoltenberg heldur fram í NATO
Fyrrverandi norski forsætisráðharrin, Jens Stoltenberg, heldur fram í starvinum sum aðalskrivari í NATO í tvey ár aftrat
 
12.12.2017 - 15:40

Tað avráddu sendiharrarnir fyri tey 29 limalondini í dag.

Í farnu viku boðaði Týskland frá, at landið tekur undir við, at Stoltenberg heldur fram í tvey ár afturat.

- Jens Stoltenberg er ein góður aðalskrivari, og Týskland stuðlar honum at halda fram, segði týski uttanríkisráðharrin, Ursula von der Leyen, í eini fráboðan.

Stoltenberg hevur ikki bara lagt doyðin á at nútímansgera NATO, hann hevur eisini virkað fyri, at viðurskiftini ímillum NATO og ES eru tættari, segði týski uttanríkisráðharrin.

USA stuðlar eisini

Samstundis boðaði USA frá, at landið eisini tekur undir við, at Stoltenberg heldur fram.

- Hann ger eitt framúrskarandi arbeiði, og eingin ivi er um, at tey allarflestu londini í NATO taka undir við, at hann heldur fram, segði NATO sendiharrin hjá USA, Bailey Hutchinson.

Jens Stoltenberg tók við sum aðalskrivari í NATO 1. oktober í 2014. Hann tók við eftir fyrrverandi danska forsætisráðharran, Anders Fogh Rasmussen.

Jens Stoltenberg varð valdur fyri fýra ár, men lítil ivi hevur seinastu tíðina verið um, at hann kundi halda fram í starvinum, og tað verður í tvey ár aftruat.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 15. november
Bolero - Niels V. Gade
216433
Sunnudag 15. november
Guðstænasta í Haldarsvíkar kirkju
216428
Sunnudag 15. november
Filosofiskur 8.partur
216351
Leygardag 14. november
TEMAPLÁTAN 40: 'Fahrenheit', Toto, 1986
215932
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Møti
216442
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Sunnudag 15. november
Talvið um Tinganes (2:2) - teknmálstulkað
216435