Landsstýrið ætlar at yvirtaka kort og landmáting

Landsstýrið ætlar at yvirtaka kort og landmáting
Uttanlandsnevndin viðger aftur uppskotið hjá Fólkaflokkinum um yvirtøkuna
Loftmyndir eru partur av ætlaðu yvirtøkuni.
 
09.01.2018 - 07:40

Landsstýrið arbeiðir við yvirtøkuni.

Tí vil meirilutin í Uttanlandsnevndini hjá løgtinginum heldur bíða eftir landsstýrinum enn at samtykkja uppskotið hjá Fólkaflokkinum um at yvirtaka málsøkið, sum eitur kort- og landmátingarmyndugleiki.

Uttanlandsnevndin hevur biðið Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu, og fólk í Umhvørvisstovuni at koma á fundin hjá nevndini um eina viku.

Sum skilst er landsstýrið komið langt við uppskotinum um yvirtøkuna.

Uppskotið hjá Fólkaflokkinum var eisini í tinginum í síðstu tingsetu.

Fall í vár

Men tað varð felt í vár. Bara Fólkaflokkurin og Miðflokkurin atkvøddu fyri.      

Meirilutin í Uttanlandsnevndini, allir flokkar í nevndini uttan Fólkaflokkurin, segði tá, at landsstýrið arbeiðir við einari yvirtøku, sum eisini umfatar sjókort.

Uppskotið hjá landsstýrinum er eisini neyvari, millum annað kostnaðarmetingin, enn uppskotið hjá Fólkaflokkinum, varð sagt tá.

Uppskotið hjá landsstýrinum um yvirtøkuna skuldi koma í løgtingið í hesari tingsetuni.   

Lógirnar um kortini og landmátingina í Føroyum eru danskar og frá 1928 og 1931.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542