Søkja eftir stjóra til Havstovuna

Søkja eftir stjóra til Havstovuna
Stjórastarvið skal lýsast leyst nú, tí tað er áramálssett
Eilif Gaard hevur verið stjóri á Havstovuni síðani 2010.
 
13.01.2018 - 10:38

Havstovan søkir nú eftir stjóra.

Eilif Gaard hevur skjótt verið stjóri á Havstovuni í átta ár, og nú skal stjórastarvið lýsast leyst, tí starvið er áramálssett.

Stjórin verður settur fyri fimm ár, og møguleiki er at leingja starvstíðina trý ár

Eilif Gaard tók við eftir Hjalta í Jákupsstovu, sum fór frá fyri aldur í 2010.

Nýggi stjórin skal hava útbúgving frá lærdum háskúla, og annars hava starvsroyndir og kunnleika, sum kann setast í samband við starvið og virðisøkið á stovninum.

Havstovan er vísindastovnur undir Fiskimálaráðnum, sum kannar livand tilfeingi og umhvørvið í føroyskum sjógvi og á havleiðum, har føroyska fiskivinnan hevur áhugamál.

Auto fingið stjóra

Og meðan Havstovan søkir eftir stjóra, hevur hýruvognsstøðin Auto í Havn sett nýggjan stjóra.

Hann eitur Dia Midjord.

Dia Midjord er útbúgvin journalistur og hondbóltsvenjari.

Hann er venjari hjá fleiri liðum í dag, og hann hevur verið stjóri í Kringvarpinum frá 2012 til í fjør summar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329