Løgreglan: Farið ikki út fyri dyr

Løgreglan: Farið ikki út fyri dyr
Illveðrið rakar eisini Strandferðsluna og Bygdaleiðir
Illveðrið ávirkar eisini siglingina til hjá Smyrli
 
14.01.2018 - 10:42

Løgreglan heitir á fólk um at halda seg innandura, til veðrið batnar, tí so nógv leyst fýkur í vindinum.

Tað er nógvur vindur kring landið, og í hvirlunum er upp í ódn.

Men seinnapartin skal hann støkka vesturum, og tá fer vindurin at minka, sigur danski veðurstovnurin.

Strandferðslan og Bygdaleiðir

Illveðrið ávirkar eisini siglingina hjá Strandferðsluni og koyringina hjá Bygdaleiðum.

Ternan siglir ikki fyribils, og túrarnir hjá Smyrli av Krambatanga klokkan hálvgum níggju í morgun og av Havnini klokkan 11 eru avlýstir.

Hjá Bygdaleiðum koyra leið 100, 101, 300 og 400 ikki í løtuni. 

Tað ber til at kunna seg um siglingina og koyringina á heimasíðuni hjá Strandferðsluni, ssl.fo

Flogfør seinkað

Illveðrið ávirkar eisini flogferðsluna.

Flogfarið hjá Atlantsflogi til Keypmannahavnar, sum skuldi fara úr Vágum klokkan hálvgum níggju, er útsett til klokkan 11.45.

Og flogfarið hjá SAS úr Keypmannahavn, sum skuldi koma klokkan 11.30, kemur ikki fyrr enn klokkan 13.15.

Tað ber til at kunna seg um flogferðsluna á heimasíðuni hjá flogvøllinum, fae.fo.

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541