Nógv ferðast við Strandferðsluni

Nógv ferðast við Strandferðsluni
Framgongd var í ferðafólkatalinum á fleiri leiðum hjá Strandferðsluni í fjør.
 
16.01.2018 - 09:44

Alsamt fleir ferðast við skipunum hjá Strandferðsluni. At kalla allar sjóleiðir hjá Strandferðsluni høvdu vøkstur í ferðafólkatalinum.

250.305 ferðafólk ferðaðust við Smyrli í fjør, tað eru meira enn áttatúsund fleiri enn í 2016.

Vøkstur var eisini á Nólsoyðarleiðini, har góð hundraðtúsund fólk ferðaðust í fjør, í mun til góð 94.000 árið fyri.

Við Skúvoyarleiðini ferðaðust umleið 5.300 ferðafólk, í mun til knapp 3700 ferðafólk í 2016.

Eisini fleiri aðrar leiðir høvdu vøkstur, men hinvegin minkaði ferðafólkatalið um Skopunarfjørð nakað.

Tølini síggjast á heimasíðuni hjá Strandferðsluni.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425