Avreiða botnfisk fyri 750 mió kr. minni um árið

Avreiða botnfisk fyri 750 mió kr. minni um árið
Fyrstu árini í hesari øldini avreiddu føroysk skip og bátar, sum fiska botnfisk, fyri 1,2 milliardir krónur í miðal um árið frá 2000 til 2007
Avreiðingar í 2017 og 2016.
Mynd: Hagstova  
 
30.01.2018 - 08:07

Fyrstu árini í hesari øldini avreiddu føroysk skip og bátar, sum fiska botnfisk, fyri 1,2 milliardir krónur í miðal um árið frá 2000 til 2007. 

Tá vórðu avreidd í miðal 125.000 tons um árið.

Men síðani er nøgdin minkað niður í 75.000 tons um árið. Í fjør vóru tonsini 73.000.

Seinastu fimm árini er avreitt fyri 750 milliónir krónur í miðal um árið, sigur Hagstovan.

Í fjør var avreiðingarvirðið 800 milliónir krónur, og tað eru sjey prosent, ella 65 milliónir, minni enn í 2016.
 

Botnfiskurin minkar

Minni toskur og minni hýsa enn í 2016, men meiri upsi.

Tað er niðurstøðan, nú avreiðingarnar í 2017 eru taldar saman.

Hagstovan skrivar, at nakað meiri av upsa varð avreitt í 2017, góð 2.300 tons, sum eru níggju prosent meira enn í 2016.

Men virðið minkaði átta prosent. So upsaprísurin var verri í 2017 enn í 2016.

Eisini minni upsi

Og so skal leggjast afturat, at hóast upsafiskiskapurin var betri í fjør enn í 2016, var hann bara 27.000 tons í fjør.

Frá 2015 til 2010 var hann góð 53.000 tons í miðal um árið. 

Í fjør vórðu avreidd 12 prosent minni toskur enn í 2016. Virðið á toskinum minkaði 20 milliónir krónur, átta prósent.

Hýsunøgdin í 2017 var góð 500 tons minni, 13 prosent, enn í 2016, og er framvegis lítil. 

Í fjør vórðu bara avreidd góð 3.400 tons, samanborið við 20.000 tons í miðal árini 2001 til 2007.

Virðið á hýsuni var sjey milliónir krónur minni í fjør enn í 2016.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 10. juli
HM-tíðindi 10. juli 2026
210774
Fríggjadag 10. juli
RagnarRokk: Oskar Cedermalm um Masterflow
209119
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Hósdag 9. juli
RagnarRokk: Mickey Dee um Lex Legion
209720
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523