Borgarstjórin: Farmaleið fær stóran týdning fyri vinnulívið og Vág

Borgarstjórin: Farmaleið fær stóran týdning fyri vinnulívið og Vág
Samskip er farið at sigla millum Føroyar og Scrabter í Skotlandi
Laksurin, sum verður virkaður í Vági, sleppur nú undan at verða fluttur norður um fjørð. (Savnsmynd)
 
23.09.2026 - 11:46

Vágur fær nú nýggja farmaleið beinleiðis til Scrabster í Skotlandi við skipum hjá Samskipi. 

Í høvuðsheitum er tað laksur frá Bakkafrosti, sum verður fluttur til Skotlands.

 


Bjarni Johansen er borgarstjóri í Vági.

 

Ætlanin er at sigla tvær ferðir um vikuna úr Runavík til Vágs, áðrenn kósin verður sett móti Scrabster.

- At farmurin fer beinleiðis hevur stóran týdning, sigur Bjarni Johansen, borgarstjóri.

Hann vísir á, at nú ber til hjá virkinum hjá Bakkafrosti í Vági at virka laksan longur, áðrenn hann verður avskipaður, tí nú skal hann ikki norður um fjørð við Smyrli. 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

23092026_Bjarni_Johansen

 

Fyri umleið 15 árum síðani var eisini ein ruta, sum sigldi úr Runavík til Vágs og  haðani til Skotlands. Hon vardi í eitt til tvey ár.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Hósdag 5. november
Breddin: Tilboð um rúsevnisviðgerð
215961
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891