DR keypt Hoydalar

DR keypt Hoydalar
Ein donsk útgáva av Hoydølum er nú ávegis. Danmarks Radio hevur keypt hugskotið frá Per Zachariassen og Mariu Winther-Olsen. Danska sendingin fer at líkjast nógv í føroysku
Bjarni Árting Rubeksen
24.09.2026 - 19:24

- Tað er ikki sendingin sum so, sum verður víst á Danmarks Radio, men vit hava sannført Danmarks Radio um, at tey skulu gera eina danska útgávu av Hoydølum.

Tað sigur Per Zachariassen, framleiðari, sum saman við dóttrini Mariu Winther Olsen hevur ment hugskotið til sendingina, sum er blivin til Hoydalar.

Upptøkurnar til aðru sesong av føroysku sendingini eru annars væl í gongd í Hoydølum.

Finnur Koba og Maria Winther Olsen, tilrættisleggjarar, greiða frá, at seinast vóru rættiliga nógv fólk í rúmininum í Auluni í Hoydølum, meðan upptøkurnar fóru fram. Nú eru nógv færri í sjálvum rúminum, meðan onnur eru uttanfyri, meðan upptøkurnar fara fram. Umleið 30 fólk eru við, tá upptøkurnar fara fram.

Per Zachariassen greiðir frá, at tað ikki er ein stór sending, sum verður gjørd í Danmark. Hon verður eitt sindur minni enn hin føroyska, bara fýra partar, men fimm spírar. Tað er ein roynd fyri at vita, hvussu tað gongur. Gongur tað væl, so kann tað kanska uppskalerast til eina seinri sesong. Danska sendingin verður upptikin beint nú, og hon kemur í luftina síðst í novembur. Og hann sigur, at sendingin verður til at kenna aftur hjá teimum, sum hava sæð Hoydalar.

- Nú var eg í Keypmannahavn, tá tey gjørdu upptøkur til tann fyrsta partin, og tað líkist øgiliga nógv. So tað er einki at ivast í, at fólk fara at kenna tað aftur, tá tey síggja tað. Mátin, tað er filmað, mátin tað sær út, og so víðari, fer at líkjast tí føroysku útgávuni.

Sí innslag úr Degi og viku.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723