Ongar milliónir bara prosent í svari til tingmann

Ongar milliónir bara prosent í svari til tingmann
Kristina Háfoss, landsstýriskvinna, hevur svarað Kára P. Højgaard, tingmanni, um sáttmálan við Pedagogfelagið
Pedagogfelagið, Fíggjarmálaráðið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið gjørdu nýggjan trý ára sáttmála sunnunáttina 14.januar.
 
31.01.2018 - 07:06

Ikki er nevnt í svarinum frá Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu, hvussu nógvar milliónir, nýggi sáttmálin við Pedagogfelagið kostar landi og kommunum.

Bara, at lønarbroytingarnar við umflokkingum kosta 6,95 prosent yvir trý ára skeiðið, sáttmálin varar. 

Haraftirat fer hækkaða eftirlønin hjá hjálparfólkum úr tíggju prosentum upp í 12 fyri at javnseta eftirløn hjá námsfrøðingum og hjálparfólkum, sum arbeiða hjá kommunum, at kosta 0,8 prosent yvir trý ár.

Og tímalønt fáa nú eftirlønargjald sambært eftirlønarlógini. Tað kostar 0,4 prosent yvir trý ár. 

Kári P. Højgaard, løgtingsmaður, spurdi, hvussu nógv trý ára semjan við Pedagogfelagið kostar.

Hann undrast á, at tveir partar, Pedagogfelagið og Fíggjarmálaráðið, kunnu vera so ósamdir um úrslitið av samráðingunum, sum endaðu við sáttmála tann 14.januar.

Ongar milliónir í svari

Einki tal er í svarinum, sum sigur, hvussu nógvar milliónir krónur, sáttmálin kostar til 1.oktober 2020.

Men í svarinum stendur nágreiniliga, hvat stendur í sáttmálanum sambært Fíggjarmálaráðnum, millum annað hvussu nógv, lønin hækkar um mánaðin.

Kári P. Højgaard spurdi eisini, hvør langtíðarkostnaðurin er av broytingini í prosentum og krónum fyri land og kommunur, tá komið er á endaløn. 

Eftir 1.oktober 2020

Kristina Háfoss svarar, at allar broytingar í sáttmálanumum verða framdar í sáttmálatíðarskeiðnum. 

Sáttmálin hevur ikki nýggj endastig eftir sáttmálatíðarskeiðið, sum endar 1.oktober 2020. 

Men broytingar kunnu henda eftir tað. 

Verða fleiri á byrjanarstigunum, gerst kostnaðurin minni. Verða fleiri á endastigunum, gerst kostnaðurin størri, sigur Kristina Háfoss. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. august
Radio Stjernekilde - Partur 11
209138
Fríggjadag 31. juli
Vikuskiftið 31 juli 2026
211450
Fríggjadag 31. juli
Tað er einaferð um árið - 2026
211431
Fríggjadag 31. juli
Ólavsøkuaftan í útvarpinum
211430
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375