Fólk við DAS skipum skattað í Føroyum eisini

Fólk við DAS skipum skattað í Føroyum eisini
Sleppa ikki undan arbeiðsmarknaðargjaldinum bæði í Føroyum og í Danmark
Føroyingar, sum sigla við skipum í donsku DAS skipaskránni. kunnu skjótt skattast í Føroyum eisini.
 
01.02.2018 - 07:29

Føroyar fara at kunna krevja skatt frá teimum føroyingum, sum sigla við skipum í DAS, Dansk Almindeligt Skibsregister. 

Men bara, um skattatrýstið her er størri enn í Danmark.

DAS inntøka rindar annars ikki skatt í Føroyum, hóast fólk, sum sigla við skipum í DAS, búgva í Føroyum.

Men við nýggjari avtalu, sum skal undirskrivast seinni í ár, kunnu Føroyar skatta DAS inntøkur, eftir at Danmark hevur fingið sín part. 

Hetta verður gjørt eftir, at frádráttur er veittur fyri skattin, sum er goldin í Danmark. 

Tað sigur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna, í svari til  Kristionnu Winther Poulsen, løgtingskvinnu.

Broytt líkning
Kristina Háfoss sigur, at broytti linkingarhátturin ger, at Føroyar fáa ein part av skattinum av DAS inntøkum, um skattatrýstið er hægri her enn skattatrýstið í Danmark. 

Fíggjarnevndin hjá løgtinginum vildi í 2011 eisini, at føroyingar, sum fáa sína inntøku uttanlands, verða skattaðir øðrvísi.

Tey, sum eru við DAS skrásettum skipum, rinda bæði til Samhaldsfasta í Føroyum og arbeiðsmarknaðargjald í Danmark.

Í Samhaldsfasta fara 2,25 prosent av lønini og átta prosent í bruttoskatti til AM, sum er danska arbeiðsmarknaðargjaldið.

Tey, sum eru við skipum, sum eru í DIS, donsku altjóða skipaskránni, rinda ikki arbeiðsmarknaðargjald í Danmark.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025