P-app meldað til løgregluna

P-app meldað til løgregluna
Í Svøríki  eru í minsta lagi 37 kvinnur, sum hava brúkt appina Natural Cycles, so tær ikki gerast við barn, vorðnar við barn
Mynd: svt.se  
 
02.02.2018 - 17:43

Nú er appin melda til svenska læknaheilsuráðið.

Ætlanin við appini Natural Cycles, er at brúka sonevnda trygga tíðarskeiðið í mánað-sjúkuskeiðnum fyri ikki at gerast við barn.

Nú vísir tað seg, at mátin, har kvinnan hvønn morgun skrivar inn likamshita sín, ikki er heilt álítandi, tá tað snýr sum um neyvt at áseta tryggar dagar, har tú kanst hava samlegu uttan fyribyrging.

Melda appina

Sjúkrahúsið í Stokkholmi hevur higartil skrásett 37 tilburðir, har kvinnur ótilætlað eru vorðnar við barn, hóast tær nýttu Natural Cycles.

- Hetta er nýggjur máti, og vit síggja fleiri óætlaðar graviditetir, og tí melda vit appina til læknaheilsuráðið, sigur Carina Montin, sum er sjúkrasystir, við tíðindastovuna Siren.

Teir 37 óynsktu graviditetirnir eru millum tær 668 kvinnurnar, sum søktu um fosturtøku á sjúkrahúsinum í Stokkholmi frá september 2017 og til ársskiftið.  

Góðkend app

Tað er ógreitt, hví appin ikki virkar í hesum 37 førunum,  men læknaheilsuráðið fer at kanna Natural Cycles.

Læknaheilsuráðið hevur ikki góðkent appina, men hon er góðkend sambært ES-reglum fyri medisinskt-tøkniligar vørur. 

Og vøran hevur fingið góða móttøku, tí kvinnurnar sleppa undan at fara í hormon-viðgerð, eitt nú at tala p-bollar. Appin verður eisini marknaðarførd við slagorðinum "Eingi hjáárin".

Einki er 100 prosent

Við svenska kringvarpið, SVT, sigur Natural Cycles í viðmerking til støðuna, at einki fyribyrgingar-evni er 100 prosent effektivt, og vandi er fyri óynsktum graviditeti við øllum fyribyrgingarevnum. 

Tá talan er um, hvussu effektivt fyribyrgingarevnið er, so hevur Natural Cyclus eitt Pearl Index upp á sjey, og tað merkir, at effektiviteturin er 93 prosent, og tað skriva vit eisini, sigur Natural Cycles í viðmerking til SVT.

Við øðrum orðum, so gerast 7 av hvørjum 100 kvinnum, sum brúka appina, við barn. Appin er sostatt tryggari enn at nýta hít, men munandi ótryggari enn at nýta p-bollar og hormonspiral.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858