Minni persónsskattur í Suðuroy

Minni persónsskattur í Suðuroy
Í Suðuroy fáa kommunurnar munandi minni inn í persónskatti í januar í ár samanborið við januar í fjør.
 
04.02.2018 - 12:31

Suðurrás skrivar, at tað er arbeiðsloysi, sum ávirkar persónskattainntøkurnar hjá kommununum. Tilsamans hava tær fingið eina slaka millión minni í skatti. 10,6 milliónir krónur var persónsskatta inntøkan í januar í ár samanborið við 11,4 milliónir krónur í januar í fjør.

Í prosentum er talan um eina minking á meiri enn sjey prosent.

Í krónum mistu Vágs og Tvøroyra kommuna mest, meiri enn 300.000 krónur mistu tær.

Ein kommuna í Suðuroy hevur lítlan vøkstur í persónskattainntøkunum í januar í ár samanborið við sama tíðarskeið í fjør, og tað er Hvalbiar kommuna. 

Samstundis sum stór minking er í persónsskattainntøkunum í Suðuroynni, er framvegis ein vøkstur í persónsskattainntøkunum í flestu kommunum kring landið.

- Lítið er at ivast í, at tað er høga arbeiðsloysi, sum slær ígjøgnum á persónsskattainntøkunum hjá kommununum, skrivar Suðurrás.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025