Skrivað undir sáttmála um útstykking

Skrivað undir sáttmála um útstykking
Sjóvarkommuna og felagið Kreton hava skrivað undir sáttmála um útstykking á Strondum.
 
08.02.2018 - 14:51

Talan er um tvær útstykkingar, eina við Hálsatjørn og eina á Fríðufløtum. Við Hálsatjørn verða 42 grundstykkir og á Fríðufløtum 10 gryndstykkir, sæst á heimasíðuni hjá Sjóvarkommunu.

Samlaði kostnaðurin fyri báðar útstykkingarnar verður umleið 16 milliónir krónur, og er hetta størsta íløga Sjóvar kommuna hevur gjørt síðani nýggi skúlin varð bygdur í 2011, skrivar kommunan á heimaasíðuni.

Arbeiði byrjar í aðru viku og skal verða liðugt til jólar í 2019.

Stórur áhugi er í at seta búgv á Strondum, í løtuni eru 31, sum hava biðið um grundstykki.

Kommunustýrið hevur samtykt, at grundstykkjaprísurin við Hálsatjørn verður kr. 250,00 fyri fermeturin og á Fríðufløtum verður hann kr. 300,00 fyri fermeturin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858