Eingin almenn jarðarferð

Eingin almenn jarðarferð
Prinsurin vildi sjálvur, at ikki so nógv varð gjørt burtur úr jarðarferðini, og tí verða tað bara familjan og nøkur fá afturat, sum fara at fylgja
 
14.02.2018 - 13:16

Heindrikur prinsur fær onga almenna jarðarferð.

Prinsurin vildi sjálvur, at ikki so nógv varð gjørt burtur úr jarðarferðini, og tí verða tað bara familjan og nøkur fá aftrat, sum fara at fylgja, skriva danskir miðlar.

Sostatt verður ikki talan um ein vanliga almenna jarðarferð.

Fyrrverandi biskupurin í Keypmannahavn, Erik Norman Svendsen, fer at tala við jarðarferðina.

Heindrikur prinsur vildi eisini, at líkið av sær skuldi brennast.

Helvtin av øskuni verður stroydd í havið, og helvtin verður latin í eina urnu, sum skal setast niður í garðin á Fredensborg slotti.

Heindrikur prinsur fer til gravar úr slotskirkjuni á Christiansborg.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334