Sendingar um Heindrik prins á sjónvarpsskránni

Sendingar um Heindrik prins á sjónvarpsskránni
Í samband við, at Heindrikur prinsur er deyður, verður sjónvarpsskráin broytt í kvøld og komandi dagarnar, tá vit vísa sendingar um Heindrik prins
 
14.02.2018 - 15:14

Í morgun bórust tíðindini um, at Heindrikur prinsur andaðist - 83 ára gamal. Í hesum sambandi, verður sjónvarpsskráin í kvøld og komandi dagarnar eisini broytt. 

Í kvøld kl. 19 endursenda vit sendingina "Heindrikur prinsur og gull úr eysturlondum - ein passioneraður samlari". Sendingin varð send fyri fyrstu ferð í juni í fjør. 

Tískil verður upprunaliga skrásetta sendingin "25 minuttir" víst komandi mikukvøld.

Klokkan 20.20 í morgin vísa vit sendingina "Kongaligt gullbrúdleyp - kærleikin og kallið". Margreta drotning og Heindrikur prinsur hildu gullbrúdleyp leygardagin 10. juni í fjør. Í tí sambandi fyldi TV2 hjúnunum í fleiri ár bæði privat og  alment. Sendingin frá 10. juni í fjør verður endursend tann 15. februar í sambandi við, at Heindrikur prinsur andaðist týsdagin 13. februar.

Upprunaliga skrásetta sendingin verður víst komandi mikukvøld. 

Sjónvarpsskránna finnur tú her. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858