Ætlaðu sær við Norrønu

Ætlaðu sær við Norrønu
Danska løgreglan handtók í nátt fýra fólk, sum vóru farin inn á økið hjá Smyril Line í Hirtshals.
 
17.02.2018 - 10:43

Fýra fólk úr Marokko vórðu í handtikin í Hirtshals í nátt, tá tey royndu at koma inn á havnaøkið har Smyril Line heldur til í  Hirtshals. Tað skrivar blaðið Nordjyske.

Starsvfólk hjá Smyril Line sóu fólkini, og boðaðu donsku løgregluni frá, sum kom á staðið og handtók fólkini.

Sambært vaktarleiðaranum hjá Nordjyllands Politi, so ætlaðu fólkini sær til Ísland, og so hagani til Kanada ella USA.

Fólkini vóru handtikin um hálvgum trý tíðina í nátt, og alt gekk friðarliga fyri seg, sigur vaktarleiðarin við Nordjyske.

Fólkini verða avhoyrd í dag, og verða skuldsett fyri at fara inn á eitt øki ólógliga, og vera so latin leys, sambært Nordjyske.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961