The Shape of Water besti filmur

The Shape of Water besti filmur
Filmurin fekk fýra Oscar virðislønir í nátt
Guillermo del Toro, leikstjóri á filminum The Shape of Water, sum vann fýra Oscar virðisløni í nátt
 
05.03.2018 - 07:28

The Shape of Water vann í nátt okkara tíð Oscar virðislønina fyri besta film. Filmsleikstjórin, Gulljermo del Toro fekk eisini ein Oscar. Filmurin fekk tilsamans fýra virðislønir. Umframt besta besta film og leikstjórn, vann filmurin eisini Oscar fyri besta upprunaliga tónleik og besta pallsmíð.

Oscar virðislønin til besta kvinnuliga høvuðsleikara fór til Frances McDormand fyri hennara leiklut í filminum, Three Billboards Outside Ebbing, Missouri. Og Gary Oldman vann ein Oscar fyri besta mannliga høvuðsleiklut í filminum, Darkest Hour.

Hetta var 90. ferð, at Oscar virðislønirnar vórðu handaðar, og tilsamans 24 virðislønir vórðu latnar.

Oscar virðislønin hevur sína egnu heimasíðu. Til ber at síggja allar vinnararnar við at trýsta her.

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 19. mai
Morgunlestur týsdagur 19.mai 2026
208378
Mánadag 18. mai
Morgunlestur mánadagur 18.mai 2026
208377
Sunnudag 17. mai
Føroyskir sangir
208480
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523
Mánadag 18. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208512
Sunnudag 17. mai
Andakt
208482
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta við Harmonikuvinum
208481