Hondbólturin til OL: - Stórt mál hjá HSF og øllum spælarum

Hondbólturin til OL: - Stórt mál hjá HSF og øllum spælarum
Um føroyska mandslandsliðið stendur seg væl til HM í 2027, kann liðið spæla seg til undankapping til OL í 2028, og har kunnu Føroyar ikki taka lut uttan limaskap í IOC
Ítróttastjórin í Hondbóltssambandinum Mark Lausen-Marcher vitjaði 3-2 í gjár
19.05.2026 - 10:51

Føroyskur limaskapur í altjóða olympisku nevndini, IOC, hevur verið á breddanum meir og minni í fleiri áratíggju.

Uttan limaskapin ber ikki til hjá føroyskum ítróttafólkum at umboða Føroyar til Olympisku leikirnar, sum er størsta kappingin yvirhøvur í nógvum ítróttagreinum.

Tí hava rógvararnir Katrin Olsen, Sverri Sandberg Nielsen og Sára Maria Lindudóttir Kjærbæk (fyrr Johansen) og svimjarin Pál Joensen øll umboðað Danmark til undanfarnar leikir.

Jóhan á Plógv Hansen skifti til danska landsliðið í 2015 og síðan hevur spælt meir enn 100 landsdystir - millum annað til Olympisku leikirnar - fyri Danmark.

 

Spurningurin aktuellur

Framgongdin hjá føroysku hondbóltslandsliðunum síðstu árini gera nú, at spurningurin um føroyskan limaskap í IOC kanska er aktuellari enn nakrantíð fyrr. 

Føroyska manslandsliðið spældi seg til HM-endaspælið í Týsklandi 2027 farna vikuskiftið, og enda teir í topp-12 til sjálvt endaspælið, kann tað hava við sær undankappingarbólk til OL í 2028 í Los Angeles.

Sum støðan er í løtuni, kunnu Føroyar ikki taka lut í eini slíkari kapping, tí Føroyar eru ikki limur í IOC. Tað er sjálvandi ikki vist, at tað eydnast Føroyum at spæla seg til plássið hesa ferð, men tað er ikki ósannlíkt, at tað fer at eydnast fyrr ella seinni.

 - Eg ivist ikki í, og fleiri eru samd við mær, at einaferð fer tað at eydnast at spæla okkum um ikki annað til OL-undankappingina, og so hava vit ein trupulleika, sum støðan er í løtuni, segði Mark Lausen-Marcher í 3-2 mánakvøldið.

 

Eitt politiskt mál

Ítróttastjórin í Hondbóltssambandið Føroya segði, at undirtøka millum fólki krevst og stuðul og arbeiði frá Ítróttasambandið Føroya og politiska myndugleikanum, um tað skal eydnast at broyta støðuna.

 - Vit kunnu ikki gera tað einsamøll, men vit fara í hvussu er at royna at ávirka og gera okkara, tí hetta er eitt stórt mál fyri HSF og fyri allar hondbóltsspælarar, tí har er OL tað størsta. Vit halda ikki, at tað er rætt, at íðkarar verða útihýstir frá OL, um teir eru nóg góðir, segði HSF-ítróttastjórin.

Spurningurin verður sum skilst tikin upp hesa vikuna. HSF skal á fund við ÍSF um málið, og seinni hesa vikuna skal Ítróttasambandið á fund við løgmann Beinir Johannesen, har IOC-spurningurin eisini verður á breddanum.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 19. mai
Morgunlestur týsdagur 19.mai 2026
208378
Mánadag 18. mai
Morgunlestur mánadagur 18.mai 2026
208377
Sunnudag 17. mai
Føroyskir sangir
208480
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523
Mánadag 18. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208512
Sunnudag 17. mai
Andakt
208482
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta við Harmonikuvinum
208481