Tórshavn vertsbýur fyri EM-kapping i flogbólti

Tórshavn vertsbýur fyri EM-kapping i flogbólti
Havnin verður vertsbýur fyri EM-kapping í flogbólti fyri U20 menn í døgunum 22. - 26. mars í 2018
Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavn, og Magnus Tausen, formaður í Flogbóltssambandinum
 
13.03.2018 - 16:39

Í sambandi við U20 kapping hjá manslandsliðum, bjóðaði Flogbóltssamband Føroya seg fram at hýsa einum bólki hjá U20 monnum.

Í bólkinum eru Føroyar, Skotland, Luksemburg og Ísland.

Eins og í 2008 og 2016, tá ið Flogbóltssamband Føroya skipaði fyri EM-kapping, verður Tórshavn vertsbýur fyri kappingini.

Umbygda Stórhøllin á Hálsi verður gjørd til, so hon kann hýsa tiltakinum við øllum teimum treytum, ið settar verða.

- Føroyskur flogbóltur á altjóða stigi verður sum oftast leiktur í øðrum londum, tá ið lið okkara dystast við onnur. At sleppa at leika á heimavølli enn einaferð er tí forkunnugt og av tí sama sera spennandi hjá allari ítróttini og serliga leikarunum, sum tá sleppa at vísa seg fram fyri egnum áskoðarum, sigur Magnus Tausen, formaður í Flogbóltssambandinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672