Tók 11 ár at fáa pass

Tók 11 ár at fáa pass
Igor og Miroslava Klein hava bíðað 11 ár eftir at fáa pass, tí tey eru fødd í Ukraina og fluttu til Føroya uttan egin pass miðskeiðis í hálvfemsunum
Systkini Igor og Miroslava D. Klein úr Klaksvík við sínum passum. Tað gráa er fremmandapassið, sum var í gildi í seks mánaðir, meðan hitt er eyðkenda reyða ES-passið, sum tey júst hava fingið.
Mynd: Solby Christiansdóttir  
 
23.03.2018 - 10:05

Tá systkini, Igor og Miroslava Klein, komu til Føroya miðskeiðis í hálvfemsunum, stóðu tey í passinum hjá mammuni, sum var vanligt tá.

Men tá tey skuldu søkja um at fáa síni egnu pass, stóð á.

Tey hava nú fingið egin pass, men tað hevur tikið teimum 11 ár at fáa pass sum føroyingar.

0 seconds of 0 secondsVolume 90%
Press shift question mark to access a list of keyboard shortcuts
00:00
00:00
00:00
 

 

Tað var í 1996, at Hanna Klein úr Ukraina kom til Føroya at búgva. Hon hevði pass, og bæði børnini stóðu í hennara passi. 

Systkini bæði, Igor og Miroslava Klein, hava búð í Føroyum í meira enn 20 ár, men tað er bert ein lítil mánaður síðani, at tey fingu egin pass.

Tey hava sostatt bíðað í 11 ár eftir at fáa sínar umsóknir um pass gingnar á møti og harvið passini útflýggjað.

Seinkað fyribilspass

Í september í fjør fingu tey útflýggjað fyribilspass, sum var í gildi í seks mánaðir.

Hetta passið fingu tey lovað at fáa í august í fjør, og tískil keyptu tey sær eina ferð til Portugal í fjúrtan dagar í august.

Men fyribilspassini komu ikki fram til tíðina, og tey bæði kundu velja ímillum at taka kjansin og fara ella at avlýsa ferðina.

Tey valdu tað fyrra, og tað var um at enda galið í Lissabon, tá tey skuldu heimaftur. 

Gráa passið á myndini er fyribilspassið, sum kom ein mánað ov seint í fjør.

Skuldu sendast heimaftur

Í 1996 komu Igor og mamma hansara, Hanna, til Føroya at búgva hjá mostrini, sum var gift til Sandavágs. Men tvey ár seinni boðaðu myndugleikarnir frá, at Hanna og Igor skuldu sendast aftur til Ukraina. 

Í september 1998 vóru innsløg um Igor og mammu hansara, Honnu, Degi&viku. 

0 seconds of 0 secondsVolume 90%
Press shift question mark to access a list of keyboard shortcuts
00:00
00:00
00:00
 

 

0 seconds of 0 secondsVolume 90%
Press shift question mark to access a list of keyboard shortcuts
00:00
00:00
00:00
 

Men tað bleiv ikki Føroya Landsstýri ella Útlendingastovan í Danmark, sum funnu eina loysn upp á støðuna hjá Honnu og Igor Dorochenko.

Vónleysa støðan fekk eina óvæntaða loysn tríggjar vikur seinni, tí Kamar Klein, sáli, úr Klaksvík, hoyrdi um smádrongin og mammu hansara úr Ukraina.

Hann tók tey til sín, og harvið sluppu tey undan at verða send heimaftur til Ukrainu til fátækradømi og neyð. 

0 seconds of 0 secondsVolume 90%
Press shift question mark to access a list of keyboard shortcuts
00:00
00:00
00:00
 

Stutta tíð eftir hetta kom eisini Miroslava til Føroya og Klaksvíkar at búgva hjá mammu síni, beiggja sínum og pápanum, Kamar Klein. 

Í útvarpssendingini, Vegamótið, í november 2014, greiddi Igor Dorochenko Klein frá allari søguni, og tann sendingin kann hoyrast her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 9. juni
Morgunlestur mánadagur 9.juni 2025
192949
Sunnudag 8. juni
Kórstevnan 2025 - fyrra sending
192995
Sunnudag 8. juni
Guðstænasta í Havnar kirkju
192980
Sunnudag 8. juni
Musikkstevnan 2025 (3:3)
192716
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. juni
Andakt við Bergi Debes Joensen
192984
Sunnudag 8. juni
Guðstænasta úr Havnar kirkju
192979
Leygardag 7. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
192956
Fríggjadag 6. juni
Veðrið
192932

Annað frá KVF