Vilja údrudda tuberklar í Grønlandi

Vilja údrudda tuberklar í Grønlandi
Landsstýrið hevur gjørt eina ætlan um, at talið á tuberkla-tilburðum skal minkast niður í helvt innan 2025 og vera heilt burtur í 2050
 
26.03.2018 - 09:03

Í Grønlandi ætla tey at rudda út tuberkla-sjúkuna. Landsstýrið hevur gjørt eina ætlan um, at talið á tuberkla-tilburðum skal minkast niður í helvt innan 2025 og vera heilt burtur í 2050.

Tað skrivar grønlendska kringvarpið, KNR.

Í Grønlandi vóru 60 tilburðir av tuberklum í fjør. 

Tuberklar krevja fleiri mannalív kring heimin enn sjúkur sum t.d. malaria og influensa.

Kring heimin doyðu 1,8 milliónir fólk av tuberklum í 2015.

Fyri at basa sjúkuni í Grønlandi fara tey at seta sjúkrarøktarfrøðingar við serkunnleika í tuberklum í starv kring alt landið.

Hesir fara m.a. at ferðast runt til bygdir og býir at kanna sjúklingar og kunna um tuberklar. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290