Veljarar ynskja nýval

Veljarar ynskja nýval
Nógv tann størsti parturin av veljarunum ynskir, at landsstýrið leggur frá sær, og at løgmaður skrivar út nýval nú. Tað skrivar portal.fo
 
06.04.2018 - 09:57

Nógv tann størsti parturin av veljarunum ynskir, at landsstýrið leggur frá sær og at løgmaður skrivar út nýval nú. Tað skrivar portal.fo. 

Fynd hevur hesa vikuna gjørt eina veljarakanning fyri Portal.fo, og ein av spurningunum, ið settur var veljarunum, var:

”Løgmaður eigur at skriva út nýval til løgtingið” - samd(ur) ella ósamd(ur).

56,8 % av teimum, ið svaraðu, søgdu seg vera samd í útsøgnini. 

Ein lítil triðingur av veljarunum, 31,4 %, er nøgdur við núvandi støðu, og sigur seg vera ósamdan í útsøgnini.

856 fólk svaraðu spurninginum. Nærum tíggjundi hvør av veljarunum - 9,5 % - tók ikki støðu til spurningin, um løgmaður skal skriva út val, meðan tey seinastu 2,3 % høvdu eitt ógreitt svar sambært kanningini hjá Fynd.

Fynd spurdi sama spurning tá tey í november í fjør gjørdu eina veljarakanning fyri Norðlýsið. Tá vóru veljararnir nógv greiðari í sínum svari.

Tá vóru tað enn fleiri 59 % ið ynsktu nýval og eisini fleiri - 33 % -, ið ikki gjørdu tað. Hinvegin vóru tað ikki so nógv, ið søgdu seg ikki vita ella góvu eitt ógreitt svar.

Portalurin kunngerð úrslitið av veljarakanningini seinni í dag.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595