- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroyar møta Danmark
Hósdagin 12. apríl, var lutakast til EM-undankappingina hjá monnum. Føroyar endaði í bólki 8 saman við Danmark, Ukraina og Montenegro.
Á danska landsliðnum spæla millum annað Mikkel Hansen, Nicklas Landin og Hans Lindberg, ið roknast sum nakrir av heimsins bestu á sínum plássum. Sostatt er tað ein møguleiki, at hesar hondbóltsstjørnurnar eisini fara at renna á gula hondbóltsgólvinum í Høllini á Hálsi um ikki so langa tíð.
Hondbóltssambandið sigur tó, at Høllin í Hálsi lýkur ikki krøvini til altjóða kappingar. Tað gera ongar hallir í Føroyum. Tískil er tað møguligt, at føroysku heimadystirnir mugu spælast uttanlands - til dømis í Danmark. Forkvinnan í Hondbóltssambandinum, Gunn Ellefsen, vitjaði sjónvarpsstovuna, og tú kanst hoyra hana greiða nærri frá støðuni í leinkjuni niðanfyri.
SÍ EISINI: Sleppa ikki at spæla ímóti Mikkel Hansen í Føroyum
Lutakastið varð í Tróndheimi í Norra, har EM-endaspælið millum annað eisini verður. Fyri fyrstu ferð verður EM-endaspælið spælt í trimum londum: Svøríki, Eysturríki og Norra. Hesi londini eru øll beinleiðis víðari til endaspælið.
Tilsamans vórðu 32 lond býtt í átta bólkar við fýra londum í hvørjum bólki.
Føroyar eru sum sagt í bólki við trimum øðrum liðum, og verða undankappingardystirnir spældir í umførum:
1. og 2. umfar: mikudagin 24. til og við sunnudagin 28. oktober 2018
3. og 4. umfar: mikudagin 10. til og við sunnudagin 14. apríl 2019
5. og 6. umfar: mikudagin 12. til og við sunnudagin 16. juni 2019
Eftir hesi seks umfør hava 20 lið spælt seg víðari til endaspælið, sum verður i Svøríki, Eysturíki og Norra tann 10 - 26 januar 2020.
Bólkarnir eru hesir
Bólkur | Luttakarar |
1 | Ísrael, Polen, Týskland, Kosovo |
2 | Sveits, Serbia, Kroatia, Belgia |
3 | Turkaland, Ísland, Makedonia, Grikkaland |
4 | Latvia, Holland, Slovenia, Estland |
5 | Bosnia Hersegovina, Tjekkia, Hvítarussland, Finland |
6 | Litava, Portugal, Frakland, Rumenia |
7 | Slovakia, Russland, Ungarn, Italia |
8 | Ukraina, Montenegro, Danmark, Føroyar |