Kendrick Lamar vunnið Pulitzer-virðisløn

Kendrick Lamar vunnið Pulitzer-virðisløn
Fyri fyrstu ferð hevur ein rappari vunnið Pulitzer-virðislønina, sum er ein journalistisk-, bókmenta- og tónleikavirðisløn, ið verður latin árliga
 
17.04.2018 - 09:27

Rapparin Kendrick Lamar gav í apríl í 2017 fløguna DAMN! út. Nú verður hann heiðraður við virðismettu Pulitzer-virðislønini, sum árliga verður latin í sjey ymiskum mentanarbólkum, sum fevna um tónleik og bókmentir. Harafturat verða 14 virðislønir latnar í ymiskum journalistiskum bólkum.

Hetta er fyrstu ferð, at ein rappari fær tónleikavirðislønina. Serliga hava komponistar, klassiskir- og jazz-tónleikarar fingið virðislønina fyrr. 

Í grundgevingini sigur nevndin, at Kendrick við fløguni DAMN! lýsir margfeldi í afroamerikanska lívinum. Tað skrivar DR.

The New York Times og The Washington Post vunnu virðislønina í journalist-bólkinum "National Reporting". Virðislønin varð latin hesum báðum miðlahúsum fyri arbeiði teirra við at granska, lýsa og fortelja um sambandi millum forsetaátakið hjá Donald Trump og russiskar embætismenn. 

The New York Times saman við The New Yorker vunnu virðislønina í bólkinum "Public Service" í samband við, at miðlarnir kritiskt viðgjørdu og varpaðu ljós á seksuella ágangin í Hollywood. Sostatt byrjaðu hesir miðlarnir eisini MeToo-rákið, sum hevur verið serstakliga aktuelt tað síðsta árið. Eitt nú nevndi TIME MeToo-rákið og fólkini handan tað fyri "Person of the Year" í 2017.

Pulitzer-virðislønin verður av mongum roknað sum ein tann mest tignarliga mentanarvirðislønin, og varð hon latin fyrstu ferð í 1917.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 3. september
Eitt korter við jazzi
212647
Mikudag 2. september
Skratsj 2. septembur 2026
212617
Mikudag 2. september
Eitt korter við klassiskum
212603
Mikudag 2. september
Heilsuhornið
212604
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439