Størri fyribyrging og vitan skulu minka talið á arbeiðsvanlukkum

Størri fyribyrging og vitan skulu minka talið á arbeiðsvanlukkum
Føroyar seta met í arbeiðsvanlukkum - miðaltalið í fjør var 4,02 vanlukkur fyri hvørji 100.000 fólk
Málið er, at eingin skal doyggja av arbeiðsvanlukku í Føroyum.
 
03.09.2026 - 13:55

Vit seta framvegis met í deyðsvanlukkum á arbeiðsplássum, og føroyska miðaltalið fyri deyðsvanlukkur er vaksið síðani í fjør. 

Í fjør var miðaltalið 3,2 deyðsvanlukkur fyri hvørji 100.000 arbeiðsfólk, men nú er miðaltalið vaksið upp í 4,02 deyðsvanlukkur.

Miðaltalið í øllum Evropa er 1,6 deyðsvanlukkur fyri hvørji 100.000 arbeiðsfólk. Okkara miðaltal fyri tíðarskeiðið 2009-2025 er sostatt meri enn hálvatriðju ferð størri.

Norðurlond hava sum heild nógv færri arbeiðsvanlukkur enn restin av Evropa, men ikki Føroyar.

 


Evelyn Gaard er nýggj forkvinna í  Arbeiðsumhvørvisráðnum.

 

Hjá okkum eru tølini meira enn níggju ferðir størri enn í Íslandi, og fýra ferðir størri enn í Danmark, Svøríki og Finnlandi.

- Vit skulu hava størri fyribyrging við vitanardeiling, til tess at røkka null-hugsjónini um arbeiðvanlukkur, sigur Evelyn Gaard, serfrøðingur í trygd á arbeiðsplássum.

Hon er eisini nýggj forkvinna í Arbeiðsumhvørvisráðnum, sum skal ráðgeva landsstýrinum í arbeiðsmarknaðarmálum.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

03092026_Arbeidsumhvorvi

 

Arbeiðsumhvørvi var evnið í Breddanum fyrrapartin.

Hoyr Breddan her. 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 5. september
Heilsuhornið
212604
Fríggjadag 4. september
Vikuskiftið 4 sept 2026
212745
Fríggjadag 4. september
LEITISSTEIN 04.09.2026 (Fríða Saiya)
212738
Fríggjadag 4. september
Vit nerta við oyggjaørvit
212737
Fríggjadag 4. september
Vit nerta við virkna deyðshjálp
212727
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572