- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bíða við morgunsanginum til í heyst
Tað er ikki tí, at tey eru í móti morgunsanginum í fólkaskúlanum, men tey fimm samgongufólkini í Mentanarnevndini hjá løgtinginum mæla frá at samtykkja uppskotið hjá Fólkaflokkinum um at seta í fólkaskúlalógina, at allar vanligar skúladagar er álagt øllum fólkaskúlum at hava morgunsang.
Meirilutin í Mentanarnevndini heldur, at tað er týdningarmikið, at morgunsangurin heldur fram sum siðvenja.
Men meirilutin heldur eisini, at landsstýriskvinnan eigur at gera eina kanning, sum greitt lýsir støðuna hjá morgunsanginum í fólkaskúlanum.
Tvørpolitiskt arbeiði
Landsstýriskvinnan arbeiðir saman við einum tvørpolitiskum bólki við at gera tillagingar og batar í fólkaskúlanum.
Hetta arbeiðið verður væntandi liðugt í heyst, og betri er at bíða eftir tí, sigur meirilutin í Mentanarnevndini.
Minnilutin í nevndini, Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin, mælir til at samtykkja uppskotið um at áseta morgunsang við lóg.
Føroyskur dansur
Meðan Mentanarnevndin viðgjørdi uppskotið, fekk hon bræv frá landsfelagnum Sláið ring, sum undrast á fyrivarnið í fólkaskúlalógini um føroyska dansin.
Í lógini stendur, at børn skulu, tá foreldrini krevja tað, sleppa undan at vera við í føroyskum dansi.
Hesa grein vil Sláið ring hava strikaða.