Deyðadóm fyri neyðtøku

Deyðadóm fyri neyðtøku
Stjórnin í India legði í dag fram uppskot um, at tey, sum verða dømd fyri at hava neyðtikið børn yngri enn 12 ár, skulu takast av døgum.
 
23.04.2018 - 09:19

Uppskotið er sent indiska forsetanum at viðgerða, skrivar indiska tíðindastovan, Press Trust of India. 

Eftir tað verður uppskotið lagt fyri tingið í New Dehli. Tingið hevur hálvt ár at viðgerða uppskotið, og verður tað samtykt, verður tað lóg.

Stjórnin skjýtur upp at brúka deyðarevsing til at steðga vøkstrinum av neyðtøkumálum, sum er nú. 

Almen vreiði er aftur nú í India, eftir at ein átta ára gomul genta varð neyðtikin í Jammu-Kashmir og síðani myrd. 

Ein tinglimur er undir illgruna fyri at hava neyðtikið gentuna í Uttar Pradesh, og fleiri slík mál eru komin undan kavi seinastu vikurnar og mánaðirnar, skrivar Press Trust of India.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. juli
HM-tíðindi 1. juli 2026
210394
Mikudag 1. juli
Morgunlestur mikudagur.
210323
Týsdag 30. juni
Ung lesa 1.partur - Rúnaspá
210339
Týsdag 30. juni
HM-tíðindi 30. juni 2026
210331
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360