Royndu við tveimum trolum

Royndu við tveimum trolum
Fólk frá Brimli fóru umborð á skotska trolaran Endavour í gjár. Málið er latið løgregluni
 
29.04.2018 - 14:28

Stutt fyri midnátt í gjár, kom Brimil á Havnina við skotska trolaranum Endeavour, skrivar jn.fo.

Vakthavandi hjá Vørn sigur við kringvarpið í dag, at fólk frá Brimli fór umborð á skotska trolaran á Uttara banka. 

Har vísti tað seg, at roynt var við tveimum trolum og tað er ikki loyvt sambært reglunum um fiskiskap hjá trolarum úr ES londum í føroyskum sjógvi.

Tí var Endeavour biðin um at koma við á Havnina. Málið er nú latið løgregluni. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 17. juli
RagnarRokk: Einar Solberg um Vox Occulta
209124
Fríggjadag 17. juli
Morgunlestur fríggjadagur
211015
Hósdag 16. juli
RagnarRokk 16.juli
209729
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815