Sáttmálin longdur til á midnátt í annaðkvøld

Sáttmálin longdur til á midnátt í annaðkvøld
Samráðingarnar millum arbeiðsgevarar og arbeiðarar halda fram í morgin
Samráðingarnar byrjaðu 19.mars, tá arbeiðarafeløgini og arbeiðsgevarafelgaið handaðu krøvini til næsta sáttmálan. Tá varð myndin tikin av samráðingarfólkunum.
Mynd: Vinnuhúsið  
 
01.05.2018 - 07:03

Tey fimm arbeiðarafeløgini og Føroya arbeiðsgevarafelag hava avgjørt at leingja sáttmálan frá 2016 til í annaðkvøld á midnátt. 

Sáttmálin fór úr gildi á midnátt, men samráðingarnar um nýggjan sáttmála eru í gongd, og tí verður sáttmálin longdur. 

Arbeiðaradagin 1. mai, sum er í dag, halda arbeiðarafeløgini frí frá samráðingum, og samráðingarnar verða tí tiknar uppaftur í morgin 2. mai tíðliga. 

Neyðugt verður helst at samráðast í nakrar dagar afturat, skiltist á báðum pørtum í gjár, tí enn eru lønarkrøvini ikki umrødd av álvara.

Samráðingarnar byrjaðu 23. mars.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576