Semingsstovnurin komin upp í samráðingar

Semingsstovnurin komin upp í samráðingar
Semingsstovnurin er nú komin upp í sáttmálasamráðingarnar millum arbeiðarafeløgini og Føroya Arbeiðsgevarafelag
 
08.05.2018 - 17:26

Sáttmálin, sum fór úr gildi 1. mai, varð annars fyri sættu ferð í hesum umfarinum longdur til á midnátt í kvøld, men seinnapartin varð avgjørt at senda boð eftir semingsmonnunum.

Semingsstovnurin er eisini komin upp í sáttmálartrætuna millum Fíggjarmálaráðið og maskinmeistararnar, sum starvast hjá landinum.

Samráðingarnar millum Fíggjarmálaráðið og Maskinmeistarafelagið byrjaðu 12. mars, tá krøvini vórðu handað.

Talan er um at gera nýggjar sáttmálar fyri alment settar maskinmeistarar á landi, við Strandfaraskipum landsins, á vaktarskipunum og Magnusi Heinason.

Hesin sáttmálin fór úr gildi 1. oktober.

Men nú bleiv so eisini tørvur á seming í hesum samráðingunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542