Atkvøða um nýggjan CIA-stjóra í dag

Atkvøða um nýggjan CIA-stjóra í dag
Leiðandi demokraturin í fregnartænastunevndini hjá amerikanska senatinum, Mark Warner, tryggjar, at Gina Haspel verður nýggjur stjóri í CIA
61 ára gamla Haspel hevur verið varastjóri í CIA, og nú verður fyrsta kvinna í USA, sum fer at standa á odda fyri fregnartænastuni.
Mynd: Wall Street Journal  
 
16.05.2018 - 19:16

61 ára gamla Haspel hevur verið varastjóri í CIA, og nú verður fyrsta kvinna í USA, sum fer at standa á odda fyri fregnartænastuni.

Fregnartænastunevndin atkvøður í málið í dag um at góðkenna Ginu Haspel. Hon fær væntandi stuðul frá øllum republikanarunum í nevndini og í minsta lagi tveimum av tilsamans sjey demokratum í nevndini.

Senatið hevur endaligu avgerðina, og og málið um at tilnevna Ginu Haspel stjóra í CIA kemur til atkvøðugreiðslu har í næstu viku.

Funnist hevur verið at Haspel, tí hon fyri nøkrum árum síðani stóð á odda fyri at avhoyra í minsta lagi tveir fangar, sum eisini vórðu píndir.

Síðani hevur Haspel tikið frástøðu frá hesum.

Hon hevur lovað, at CIA fer at gevast við allari píning, tá fólk verða avhoyrd. Mátin at avhoyra fólk varð nógv herdur eftir yvirgangsatsóknina 11. september 2001.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 13. mai
Andaktin - teknmálstulkað
208343
Mikudag 13. mai
Misery - teknmálstulkað
208313
Mikudag 13. mai
Sharenting - teknmálstulkað
208310
Mikudag 13. mai
Hallucination - teknmálstulkað
208306