Bakkafrost øll aliloyvi í Suðuroy

Bakkafrost øll aliloyvi í Suðuroy
Bakkafrost skal nú hava ræðið á øllum fýra aliloyvunum, sum eru í Suðuroy, tað váttar løgmaður eftir fundin við kommunurnar í Suðuroynni í gjár
 
29.05.2018 - 09:02

Bakkafrost skal nú hava ræðið á øllum fýra aliloyvunum, sum eru í Suðuroy.

Tað váttaði Aksel V., Johannesen, løgmaður, eftir fundin við kommunurnar í Suðuroynni í gjár um, hvussu gongdin í oynni við minkandi fólkatali og arbeiðsloysi kann vendast.

- Vit hava fráboðað kommununum í Suðuroynni, at tá tað kemur til alivinnuna, sum er ein týdningarmikil vinna, so er tað soleiðis, at vit júst hava broytt lógina, soleiðis at tann fiskurin, sum er aldur í Suðuroynni, skal virkast í Suðuroynni, sigur løgmaður.

Aksel V. Johannesen, løgmaður, sigur, at samráðingar hava verið millum Vinnumálaráðið og Bakkafrost, har Bakkafrost hevur latið tvey onnur loyvi inn fyri at fáa loyvið í Hvalba og í Hovi afturat loyvunum, sum felagið longu hevði í Vági og í Trongisvági frammanundan. 

- Tað skuldi bæði gjørt tað, at tað verður munandi meira virksemi í alivinnuni og meira støðugt virksemi hjá teimum, sum arbeiða í alivinnuni. Tað kunnu bæði vit og suðuroyingar fegnast um, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður. 

Loyvini, sum Bakkafrost hevur latið inn er í Kaldbak og í Svínáum, sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221
Sunnudag 13. september
Andaktin við Christiani Gabrielsen
213166
Sunnudag 13. september
Guðstænasta úr Dals kirkju
213161