Nú skulu nevningarnir taka støðu

Nú skulu nevningarnir taka støðu
Nú eru tað nevningarnir, sum skulu taka avgerð um, um teir báðir menninir, sum eru ákærdir fyri drápsroynd, eru sekir ella ikki
 
15.06.2018 - 11:53

Málið byrjaði aftur í Føroya rætti klokkan 9 í morgun, tá rættarfundurin byrjaði við, at dómarin, ella rættarformaðurin, kunnaði teir 12 nevningarnar um teirra uppgávu í málinum.

Hann gekk ígjøgnum tilfarið, sum er lagt fram í rættinum, og legði nevningunum eina við, at teir bert máttu halda seg til tað, sum er komið fram undir rættarviðgerðini, og einki annað. Hann segði eisini, at nevningarnir skulu taka støðu út frá vanligum viti og skili.

Framløgan hjá rættarformanninum vardi í umleið hálvanannan tíma, og klokkan hálvgum ellivu fóru so nevningarnir saman at umrøða málið.

Bara nevningarnir skulu taka støðu til, um teir báðir menninir eru sekir. Teir kunnu spyrja seg fyri hjá rættarformanninum ella rættarskrivaranum, sum eisini er dómari, um teir eru í iva um eitthvørt.

Tað eru fleiri spurningar hjá nevningunum at taka støðu til. Høvuðsspurningurin er, um talan er um drápsroynd ella ikki. Síðani eru fleiri spurningar, sum snúgva seg um harðskap av ymsum slag. Og spurningar eru eisini um harðskap undan hesi hendingini og um rúsevnir.

Hvussu langa tíð, tað fer at taka nevningunum at koma til eina semju, er ikki greitt, men teir sita framveigs í kjallaranum undir dómhúsinum.

Minst átta av teimum 12 nevningunum skulu vera samdir, áðrenn nøkur niðurstøða verður gjørd.

Tá nevningarnir eru komnir til sína niðurstøðu, verður rætturin settur aftur, og tá boðar talsmaðurin hjá nevningunum frá niðurstøðuni - um menninir eru sekir ella ikki.

Verða teir kendir sekir, so verður sjálv revsingin umrødd. 

Men áðrenn tað fáa bæði ákæri og verjar høvi at siga sína hugsan um, hvør revsingin eigur at vera, og hví tey halda tað.

Og so er fráboðað, at maðurin sum varð fyri harðskapi fyri einum góðum ári síðani, fer at seta fram endurgjaldskrav. 

At enda skulu so nevningarnir saman við dómaranum gera av, hvør revsingin skal vera.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. september
Filosofiskur 3. partur
213777
Leygardag 26. september
Jambalaja - 260926
213836
Leygardag 26. september
Upp á tá - 250926
213832
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. september
Andaktin
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666